Mentan

BankNordik og Trygd stuðla tónleikinum og ítróttinum á Tórsfest

...

2016-05-26 12:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórsfest hevur í ár gjørt samstarvsavtalu við BankNordik og Trygd, ið inniber, at BankNordik og Trygd verða millum høvuðsstuðlarnar hjá konserttiltakinum Tórsfest, sum verður í gongugøtuni í Havn leygardagin 23. juli 2016. Somuleiðis verður BankNordik høvuðsstuðul hjá spælilandinum á Tórsfest, sum fer at eita Vitusland. Í Vituslandi kunnu børnini royna hoppiborgir og mangt annað stuttligt, meðan Tórsfest er. Eisini vera onnur barnatiltøk um dagin, har Bubu, Kúllarnir og onnur fara at undirhalda.


Hetta er triðja árið á rað, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest. Í ár hevur tað eydnast at fingið fleiri spennandi útlendsk nøvn og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum á pall í gongugøtuni í Havn. Millum tey mongu, sum fara á pall, er heimsstjørnan Sean Kingston, vælumtókti danski bólkurin Saybia, okkara egnu Týr, Marius, MC-Hár og Punjab. Komandi tíðina verða enn fleiri føroysk og útlendsk nøvn avdúkað.

Endamálið við Tórsfest er at útvega pening til ítróttarfeløgini í Havn, og er hetta ein partur av innsavningini, sum Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri í sambandi við ólavsøkuna.

- So skjótt sum Tórsfest var liðugt í fjør, fóru vit undir fyrireikingarnar til í ár, og málið er at gera Tórsfest til eina fólkaveitslu mitt í Havnini beint fyri ólavsøku við góðum tónleiki og undirhaldi, sigur Harald Joensen, formaður í Tórshavnar Ítróttarráð.

- At fáa stór tónleikanøvn til Føroya kostar nógv, og tí eru vit sera fegin um, at bæði BankNordik og Trygd vilja stuðla Tórsfest og á henda hátt eisini stuðla ítróttarlívinum í Havn. Uttan góðar stuðlar ber illa til at fáa góð og stór nøvn hendan vegin.

Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik, fegnast eisini um samstarvsavtaluna við Tórsfest.
- Vit eru sera fegin um at hava gjørt samstarvs- og stuðulsavtalu við Tórsfest, sum vit halda vera eitt gott tiltak, og sum eisini hóskar væl til okkara málbólk. Vit eru fegin um at kunna stuðla ítróttinum á henda hátt og vóna, at fólk fáa eina góða uppliving á Tórsfest.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder