BankNordik ynskir at fáa føroyingar heim aftur til Føroya. Sum ein liður í hesum arbeiði hava BankNordikog Samvinnan skrivað undir tvey-ára samstarvsavtalu, har BankNordik verður høvuðsstuðul hjáSamvinnuni. Samvinnan, ið er áhugafelagið fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School (CBS),virkar fyri at skapa tættari tilknýti til føroyska vinnulívið. BankNordik verður sostatt við til at menna hettasamstarvið, og verður ein sjónligur partur av føroyska útisetalívinum í Keypmannahavn.
Eirikur H. Sanderson, formaður í Samvinnuni, fegnast um nýggju samstarvsavtaluna. "Við nýggju avtaluni ergrundarlagið hjá felagnum styrkt enn meira, so felagið nú í størri mun kann skipa fyri gagnligum tiltøkum fyriføroysk lesandi í Keypmannahavn. Avtalan er eisini við til at styrkja sambandið millum føroysku vinnuna og teylesandi á CBS, sum er eitt av kjarnumálunum hjá Samvinnuni"
???Í BankNordik eru vit fegin um nýggja samstarvið. Føroysk lesandi hava sera stóran týdning fyri føroyskuvinnuna og føroyska samfelagið. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandimenningini og tilknýtinum millum lesandi á CBS og føroyska vinnulívið. Sum høvuðsstuðul kannBankNordik virka fyri at veita føroyskum lesandi á CBS enn betri umstøður til at skipa fyri upplýsanditiltøkum um føroyska vinnulívið, sum vónandi kann virka fyri, at tey koma aftur til Føroya eftir loknanlesnað???, sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik. Henda avtala er sostatt partur av eini størriætlan um at menna og stuðla útisetalívinum í Keypmannahavn og at fáa ungar útisetar at velja Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald