Vinna

BankNordik byggir nýtt á Húsagarði

...

2013-07-11 19:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bankin hevur valt uppskot frá arkitektastovuni MAP Arkitektum sum vinnandi uppskotið til nýtt høvuðssæti, ið skal standa liðugt á Húsagarði á várið 2015.

BankNordik er síðstu árini vaksin munandi í vavi við týðandi virksemi uttanlanda og víðkan av virkisøkinum í Føroyum innan trygging, pensjón og fastognarmekling. Í dag starvast fleiri enn fimm hundrað fólk í samtakinum í fýra londum og verður alt virksemi stýrt og stuðla úr høvuðssetrinum í Tórshavn. Bankin hevur tí í longri tíð havt ætlanir um at betra um hølisviðurskiftini við at byggja nýtt høvuðssetur.

Fyrr í vár valdi bankin at selja verandi høvuðssætið og deildarbygningin í miðbýinum fyri at fara undir ætlanina at byggja nýtt høvuðssetur á Húsagarði á horninum millum R.C. Effersøesgøtu og Tjaldursveg, ið liggur skamt frá verandi høvuðssæti bankans. Bankin hevur fingið fýra arkitektauppskot til bygning at staðseta á Húsagarði. Nú hevur bankin gjørt avtalu við MAP Arkitektar um, at teirra uppskot verður grundarlagið undir komandi projektering og bygging av nýggja høvuðssetirinum.

Til at meta fakliga um innkomnu uppskotini hava arkitektarnir Osbjørn Jacobsen og Gunnar Hoydal luttikið sum ráðgevarar í tilgongdini saman við leiðslu bankans. Í sínum fjølbroytni góvu øll tey innkomnu uppskotini íblástur til endaligu støðutaknina, men dómsnevndin var á einum málið um at velja uppskotið frá MAP Arkitektum sum besta uppskot.

Høvuðsskipanin í uppskotinum er ógvuliga greið og løtt at skilja: Sunnast á høvdini á Húsagarði verður ein savnandi og eyðkendur bygningur settur, lágur í tveimum hæddum, men við útsýni í allar ættir. Skipanin av samlaðu ognini við atkomuvegi og grønum bilplássum geva eina vakra heild við møguleika fyri øðrum virksemi á økinum norður ímóti Tjaldursvegnum.

Bygningurin er rundur og eyðkendur, og gevur skapið nógv pláss innan í mun til útsíður og stutta frástøðu millum einstøku partarnar í bygninginum. Avgerandi partur av bygninginum er miðrúmið, sum er eitt torg. Í uppskotinum er víst, hvussu inngongdin verður drigin inn móti miðrúminum, sum við rundari rampu gongur upp gjøgnum báðar hæddir og upp ímóti tí stóra yvirljósinum.

Vinnandi uppskotið uppfyllir bankans ynskir um at byggja ein bygning, sum bæði stuðlar undir fjølbroytta kundavirksemi í samtakinum og samstundis skapar eitt gott og mennadi arbeiðspláss við tvørgangandi samstarvi millum ymsu eindirnar. Samtakið fevnir í dag um tænastur til bæði privat- og vinnukundar innan bankavirksemi, pensjón, íløgur, trygging og ognarmekling. Við einum miðsavnandi torgi við móttøku á fyrstu hædd ger bygningurin tað lætt atkomiligt hjá viðskiftafólkum at fáa ráðgeving um allar tænastur bankans.

Miða verður eftir, at projekteringin av bygninginum er liðug seinna hálvár í ár, soleiðis at byggiverkætlanin kann bjóðast út innan ársskifti. Á várið 2015 skal nýggja høvuðssetrið eftir ætlan standa liðugt í Húsagarði.

???Vit fegnast um, at vit við hesum uppskotinum frá MAP hava fingið eina hølisloysn, sum skapar nakrar serstakliga vakrar og funktiónellar karmar um okkara virksemi framyvir til frama fyri viðskifta- og starvsfólk okkara???, sigur Janus Petersen, forstjóri. ???Samstundis er tað at frøðast um, at vit kunnu vera við til at skapa eitt arkitektoniskt prýði fyri høvuðsstaðin fyri ein væntaðan byggikostnað, ið liggur innanfyri søluupphæddina fyri seldu bygningarnar.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder