2021-11-30 15:59
At gera sær ómak er sambært orðabókini stríð, baks, ampi, - men tað kann eisini vera at leggja sær eina við. Og vit mugu ásanna, at peningastovnar leggja sær eina við og stríðast fyri at taka fleiri og fleiri gjøld frá Føroya fólki.
Leiðslunar í peningastovnunum gera sær so stóran ómak, at bankarnir hava tjent meira enn 300 milliónir um árið í ómaksgjøldum.
Inntøkurnar fyri ómaksgjøld eru vaksnar úr 100 milliónum í 2010 uppí 300 milliónir í 2020.
Starvsfólkini við kassan í peningastovnunum hava ikki ábyrgdin. Ábyrgdin liggur hjá leiðslunum.
Tí hava vit í Tjóðveldinum lagt uppskot fyri tingið um at bankarnir skulu ikki sleppa at taka gjald, tá fólk taka fara inn í peningastovnin at taka pening út. Uppskotið skal til viðgerar í dag. Onkur av bankunum tekur 50 krónur fyri henda ???ómakin???.
Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald