Vinna

Bakur og Stelkur landa í Runavík

...

2015-02-24 16:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Partrolararnir Bakur og Stelkur landa í morgun til Faroe Origin í Runavík, teir hava tilsamans 220.000 pund, so gott sum alt er upsi.

Teir hava roynt eystanfyri hendan túrin, túrurin vardi í 9 dagar.

Bakur og Stelkur fara nýggjan túr seinnapartin.

Av Faroe Origin verður sagt, at Falkur og Heykur sum sigla heim av Flemmish Kap hava 450.000 pund tilsamans, teir landa helst mánadagin í Runavík.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder