2017-03-27 21:07
Illgrunin um at ILA-virus er í Alibrúkinum A-73 í Hvannasundi Norður er nú staðfestur.
Illgrunin kom í juli 2016, og av tí grund hevur eftirlitið verið munandi betri við brúkinum frá tí at illgrunin kom.
Tíðliga í mars tók Bakkafrost avgerð um at kryvja allan laksin í brúkinum.
Nú tað er staðfest, at ILA er í nevnda brúki, so skal eingin fiskur setast út aftur fyrrenn um 6 mánaðar, tað sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald