Vinna

Bakkafrost er Ársins Virki 2015

...

2015-09-26 00:47 Author image
placeholder

Seinnapartin varð tað á Vinnudegnum avdúkað, at Bakkafrost er Ársins Virki 2015.

Grundgeving fyri val av Ársins Virki 2015 Sum vit júst hava hoyrt, hevur dómsnevndin valt Bakkafrost sum Ársins Virki 2015. Ársins Virki 2015, Bakkafrost, er størsta fyritøkan í føroyskum havbúnaði. Og gongdin í føroyskum havbúnaði sum heild hevur seinastu árini verið sera jalig. Føroyskur laksur hevur síðani 2009 megnað at fingið ein vaksandi meirprís í marknaðinum í mun til norskan aldan laks. Hetta merkir, at føroyskur havbúnaður er serliga dugnaligur til at framleiða og marknaðarføra føroyskan laks á ein hátt, sum kundarnir í best gjaldandi kundabólkunum eru til reiðar at gjalda fyri. Dómsnevndin hevur í sínari grundgeving fyri at velja Bakkafrost sum Ársins Virki serliga lagt dent á fíggjarligu úrslitini og á tær framskygdu íløgur, sum fyritøkan hevur gjørt. Íløgur, sum fara at minka um váðan í framleiðsluni og gera hana meira effektiva. Bakkafrost hevur latið byggja nýggjan framkomnan brunnbát, sum gevur heilt nýggjar møguleikar. Bakkafrost er eisini í ferð við at byggja eitt nýtt kryvji- og portiónsvirki, sum umframt at savna virksemið hjá 7 verandi virkjum eisini gevur møguleikar fyri virking av nýggjum vørum. Harumframt ger felagið íløgur í smoltstøðir, so til ber at ala størri smolt á landi. Hetta minkar um váðan og gevur møguleika fyri at økja framleiðsluna, uttan at meira fiskur er í sjónum av hesum ávum. Á umhvørvisøkinum er Bakkafrost fyrsta føroyska alifyritøkan, sum hevur fingið eitt aliøki umhvørvisgóðkent eftir ASC-standardinum. Bakkafrost er eisini farið at reinsa sítt alifóður fyri umhvørvisdálkingarevni, hóast hesi dálkingarevnini frammanundan liggja langt undir almennu markvirðunum. Alt hetta setur eisini Bakkafrost betri í mun til eftirspurningin eftir einum hágóðskuprodukti. Bakkafrost var fyrsta føroyska fyritøkan, sum varð skrásett á norska virðisbrævamarknaðinum. Um lyklatøl hjá Bakkafrost verða samanborin við aðrar havbúnaðarfyritøkur á Oslo Børs, eru tey ikki verri enn hjá kappingarneytunum, tvørturímóti. Saman við hegni at samskifta við partaeigarar hevur hetta eisini gjørt Bakkafrost-partabrævið til eitt væl dámt partabræv á altjóða virðisbrævamarknaðinum. Í vikuni bórust tíðindi um, at norskir greinarar við Stockman virðislønini valdu Bakkafrost sum bestu miðalstóru fyritøku, tá talan er um kunning um virksemi sítt. Vit vita tó øll, at tað gongur upp og niður í øllum vinnum. Vit skulu ikki meira enn 10 ár aftur í tíðina, so var føroyskur havbúnaður í svárari kreppu, og hugurin at gera og fíggja íløgur í vinnuna var ikki stórur. Tær íløgur, sum verða gjørdar nú, eru allar við til at minka um váðan, til frama fyri starvsfólk, íleggjarar og alt Føroya land. Vónandi merkir hetta, at tann framburður, sum føroyskur havbúnaður hevur haft, heldur fram í komandi árum, og at sveiggini, sum vit vita fara at koma, verða avmarkaði. Storm P. segði, at einki kemur av ongum ??? uttan lummaull. Bakkafrost hevur seinastu árini komið sær í fremstu røð takkað verið dugnaligum starvsfólkum, virkisfýsni og hørðum arbeiði. Tí fari eg við hesum at ynskja Bakkafrost tillukku við heiðrinum sum Ársins Virki 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder