Bakkafrost kunngerð í dag eina fimm ára íløguætlan, fyri hvussu felagið kann betra um raksturin og altjóða kappingarførið. Harumframt skal ætlanin tryggja framhaldandi menning av lokalari virðisøking við best hugsandi útgangsstøði í Føroyum. ??tlanin er at gerða íløgur fyri eina góða milliard. Endamálið er at tryggja bestu kappingarstøðu í vinnuni við allar bestu góðsku og burðadyggari aling. Hetta skal gerðast við at hava bestu amboðini, økja um effetivitetin, minka um lívfrøðisliga vágan, og støðugt tryggja bestu kappingarstøðu á marknaðinum.
Regin Jacobsen stjóri í Bakkafrost sigur, at Bakkafrost miðjar ímóti at vera ein føroysk fyritøka í heimsflokki. Síðan 2006 hevur Bakkafrost keypt og lagt saman við nógvum alifyritøkum. Av tí sama er virðisketan hjá felagnum merkt av at hava nógv smærri rakstrarstøð, sum gerð at raksturin ikki er nóg kappingarførur í altjóða kappingini. Um Bakkafrost í framtíðini skal standa seg í kappingini, og harvið varðveita arbeiðspláss í Føroyum, er neyðugt at gerða tillaðingar, sum betra um kappingarførið. Hetta verður gjørt við effektiviseringum, keyp av nýggjari útgerð og tøkni, umframt við færri og størri rakstrarstøðum.
Færri, men størri rakstrarstøð í heimsflokki
Alt virksemi hjá Bakkafrost verður varðveitt, men verður samla í størri eindir. Framleiðslan af styroporkassum, kryvjing av laksi, eins og framleiðslan av liðugt viðgjørdum vørum (VAP), verður samlað á einum nýggjum virki á Glyvrum. Í dag hevur Bakkafrost framleiðslu av køssum bæði á Argjum og á Glyvrum. Kryvjing av fiski fer fram í Kollafirði, á Strondum og í Klaksvík, meðan framleiðslan av porsjónum er í Fuglafirði og á Glyvrum. Við at samla alt á Glyvrum kann kappingarførið betrast við 50-70 milliónir krónur um árið. ??tlanin er ikki at siga nøkrum starvsfólkum úr starvi.
Harafturat fer Bakkafrost at byggja ein nýggjan brunnbát. Báturin verður ætlandi 2.500 m3 til støddar og kann lasta 450 tons av livandi laksi. Væntandi verður sáttmálin um bygging av brunnbátinum undirskrivaður í summar, soleiðis at báturin kann fara í rakstur í 2015.
Ein annar partur í ætlanini at betra um rakstrin, er at økja um framleiðsluorkuna av smolti, soleiðis at Bakkafrost verður ført fyri at framleiða enn størri smolt. ??tlanin er at økja støddina úr 100 gram til 150 gram fyri hvørt smolt. Hetta styttir um vakstrartíðina hjá laksinum á sjónum og minkar um lívfrøðisliga og veterinera vágan. Harafturat skal Havsbrún økja um framleiðsluorkuna av alifóðri úr 100.000 tonsum til 170.000 tons um árið.
Íløgur
??tlanin er at fremja íløgur fyri 170 milliónir um árið, komandi fimm árini. Harumframt kemur íløgan í nýggja brunnbátin. Sostatt verða samlaðu íløgurnar hesi fimm árini, nakað omanfyri 1 mia krónur. Íløgurnar verða fíggjaður við peningi frá rakstrinum, tøkari fíggin hjá felagum og møguliga partvís nýggjari fíggjing.
Fyri at minka um fíggjarliga vágan, eru íløgurnar ikki tengdar at hvørjari aðrari, skilt soleiðis, at um okkurt ikki gongur eftir vild, er møguligt at støðga á til tíðirnar verða betri. Tó eru íløgurnar í kryvjivirki og brunnbátin, partvíst tengdar at hvørjari aðrari, av tí at nýggi brunnbáturin krevur eitt stórt kryvjivirki.
Um Bakkafrost:
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolti, aling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði, meðan alivirksemið er kring oyggjarnar á 13 ymsum firðum. Kryvjivirkini eru í Klaksvík, í Kollafirði og á Strondum; meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur felagið sløk 600 starvsfólk.
Vinna
Bakkafrost brynjar seg til framtíðina
...
2013-07-11 19:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald