Eftir at hava havt møguleika til at nærlesa avgerðina, sum stjórin á Landssjúkrahúsinum tók viðvíkjandi føðideildini týsdagin 11. juli, standa nógv viðurskifti ógreið.
Við fyrsta eygnabrá sá tað kanska áhugavert út, og vónin var sjálvandi, at nú var ein loysn, sum vit kundu gleðast um. Men við nærri lesnað er týðiligt, at ætlanin er einans at bakka aftur til ta skipan, sum var áðrenn 1.apríl, tvs. aftur til bygnaðin, sum stjórin segði vera tvingandi neyðugan at broyta. Tað er púrasta óskiljandi, og tað virkar sum ein desperat roynd at fáa hetta stríðið at vera av. Uttan tó at hugsa hetta ígjøgnum. Um avgerðin 29/3 var illa gjøgnumhugsað, so er hendan tað minst líka nógv, um ikki meira.
Væntar stjórin, at tað, sum er hent hesar 106 dagarnar, og tað, sum fólk hava verið ígjøgnum, bara er gloymt, tí hann bakkar aftur?
Tað er rætt, at tað hevur verið samband ímillum partarnar, serliga seinastu vikuna, har ymiskt hevur verið uppi og vent viðvíkjandi eini loysn, og til tíðir hevur tað tykist sum partarnir nærkaðust. Hendan avgerðin við bara at bakka aftur, kemur tí óvart á ljósmøðurnar.
Tað, sum er mest hugstoytt at lesa í avgerðini frá 11. juli, er, at stjórin sigur orsøkina til at steðga royndartíðini vera ótolandi støðuna við nógvu sjúkrameldaðu ljósmøðrunum, heldur enn at viðurkenna, at avgerðin frá 29. mars ikki var nøktandi og m.a. viðførdi ótolandi arbeiðsumstøður.
Í hesi nýggjastu avgerðini verða nakrir fysiskir karmar bøttir, men burtursæð frá hesum, so verður - viðvíkjandi ljósmøðravirkseminum á deildini - bert staðfest tað, sum longu stendur í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya, og tí eigur at vera yvirhildið. Tískil er onki nýtt í hesum. Avgerðin inniber ikki ein greiðan leiðslubygnað viðvíkjandi barsilsøkinum, sum snýr seg um tíðina frá konan hevur átt, og til hon verður útskrivað.
Vit hoyra fleiri ferðir sjúkrahússtjóran siga, at hann hevur hoyrt ljósmøðurnar, men at hann bara ikki hevur hevur givið ljósmøðrunum júst tað, tær ynsktu. Men vit mugu vísa á, at ljósmøðurnar als ikki eru hoyrdar, tá eingin argument síggjast aftur, og leiðslan enn ikki viðurkennir at hava ábyrgd av, at hetta stríðið er komið so langt út. Um ljósmøðurnar vóru hoyrdar, so hevði stjórin alla makt at skapa eitt arbeiðspláss við virðing fyri ljósmøðrunum, har tær hava møguleika at koma at trívast aftur á teirra einasta arbeiðsplássið í Føroyum.
Ljósmøðurnar eru sostatt enn einaferð sera vónbrotnar um, at tað ikki verða tikin atlit til tær fakligu grundgevingarnar fyri, at ljósmøðraútbúgvingin gevur bestu fakligu førleikar innan bæði viðgongu, føðing og barsil. Hvørki í sambandi við avgerðina 29. mars ella 11. juli eru nakrar fakligar grundgevingar. Ongastaðni sæst aftur atlitið til barnakonuna. Vit hoyra forkvinnuna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar siga í tíðindunum í KVF, at orsøkin til bygnaðarbroytingina 1. apríl í ár, var fakliga grundað. Tað finnast ongar haldgóðar fakligar grundgevingar fyri, hví leiðslan fyri viðgongu, føðing og barsil á føðideildini ikki skuldi kunnað verið ljósmøðrafaklig. Harafturímóti eru góðar orsøkir til, at hon átti at verið ljósmøðrafaklig. Til dømis:
Ein ljósmóðir hevur eina skræddaraseymaða serútbúgving at taka sær av øllum barnakonuøkinum.
Um alt er normalt, kunnu ljósmøður sjálvstøðugt taka sær av barnakonuni og barninum, frá tí at hon gerst við barn og inntil nakar vikur eftir føðing. Í samband við komplikatiónir, ið ikki hoyra undir neonatal økið, kann ljósmóðir taka sær av konuni og barninum í samráð við lækna. Sjúkrarøktarfrøðingar - við upplæring ella við royndum innan økið - kunnu í samstarvi við ljósmøðurnar hava ein skynsaman og mennandi leiklut, barnakonuni til frama.
Eitt samlað tilboð fyri barnakonuøkið við ljósmøðrafakligari leiðslu, gevur møguleika at bjóða barnakonuni kontinuitet, og tað er lætt at tillaga tilboðið eftir tørvi
Tað er fíggjarliga skynsamt at savna barnakonuøkið undir einari og somu leiðslu. Við 600-700 føðingum árliga er ikki skynsamt, hvørki fíggjarliga ella starvsfólkaliga, at hava fleiri deildir. Tað er øðrvísi á sjúkrahúsum við 5000 føðingum
Rákið aðrastaðni er, at barsilsdeildir vera ljósmøðraleiddar
Vit kunnu tó vera samdar við forkvinnuni fyri Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, at hetta var ein vánalig loysn hjá sjúkrahússtjóranum at koma við. Ljósmøðurnar eru sera ørkymlaðar, og ivasamt er, um hendan skipanin á nakran hátt fer at loysa samstarvstrupulleikarnar og trupulleikan við einum fakbólki, ið mistrívist so ógvusliga.
Ljósmøðrafelag Føroya
13. juli 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald