www.B36.fo skrivar:
Tað kom sum ein sjálvfylgja, tá ársins venjari varð kosin fríggjakvøldið. Undan hesum hevði Sámal Erik Hentze longu fingið sama heiður frá venjarafelagnum, og við FM-heitinum í skjáttuni stóð Bagge eisini ovastur, tá ársins venjari í Effo-deildini varð kosin av venjarum, liðskiparum og fjølmiðlum.
Sjálvandi fegnaðust vit í B36 eisini um heiðurin, og tað er eingin loyna, at vit hava verið serstakliga fegin um arbeiðið, sum Sámal Erik hevur útint her hjá okkum.
Men nú stendur greitt, at Sámal Erik verður ikki venjari, tá farið verður undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Sámal Erik hevur nevnliga boðað nevndini frá, at hann tekur eitt sabbat-ár frá venjarastarvinum.
- Eg havi eina hampuliga stóra fyritøku, sum krevur sín stóra lut. Har hava vit úr at gera, og vit hava fingið fleiri stór arbeiði til komandi árið. Hetta ber við sær, at tíðin ikki røkkur til bæði stjóra- og venjarastarvið. Og eg havi fyri langari tíð síðani gjørt upp við meg sjálvan, at kann eg ikki vera heilur, har eg eri, so er tað betri, at onkur annar tekur yvir, sigur Sámal Erik.
Sjálvur harmast hann íkomnu støðuna, men sum hann tekur til, so gera umstøðurnar viðhvørt, at tú mást taka eina støðu, og hendan er nú tikin.
Í felagnum harmast vit sjálvandi støðuna, sum kom heldur óvart á nevndina. Vit hava bara tað besta at bera Sámal Eriki, og vit vilja ynskja honum alt tað besta í árunum, sum koma. Og so kunnu vit leggja afturat, at hann sjálvandi skal vera vælkomin aftur, um umstøðurnar seinni koma at loyva hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald