Vinna

Bæði svartkjaftur og lodna verða landað í Fuglafirði

...

2015-02-06 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár kom Christian í Grótinum fullfermdur av svartjkafti á Fuglafjørð, teir hava landað 2.052 tons til Havsbrún. Christian í Grótinum loysti av Fuglafirði fyri eini løtu síðan, teir hava sett kós aftur á svartkjaftafeltið.

Í løtuni landar norska skipið Havfisk 850 tons av lodnu, sum teir hava fiskað við Ísland.

Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð fyri middag við uml. 2.400 tonsum av svartkjafti, teir eiga tørn, tá ið Havfisk er liðugt at landa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder