2015-06-11 02:27
Í kvøld var fult umfar spælt í 1. deild hjá monnum í fótbólti. Bæði vágaliðini skulu inn í Eysturoynna, har MB var á vitjan hjá NSÍ í Runavík. Og 07 Vestur var á vitjan hjá Víkingi í Leivík.
Í Leirvík leikti javnt á frá byrjan, og einki av liðnum fekk nakað mál í fyrra hálvleiki, men stutt inní seinna hálvleik fekk 07 Vestur lagt seg á odda 0-1. Tann støðan helt sær tó ikki leingi, tí Vìkingur javnaði skjótt til 1-1. 07 Vestur fekk sera harða mótbrekku tá málverjin var vístur av vøllinum, eingin eyka málverji var á bonkinum, tí var ein verjuspælari noyddur í mál, hann fekk tó ikki gjørt tað stóra við brotssparkið ið var dømt, og Víkingur kundi tí skora til 2-1, sum eisini var endaliga úrslitið.
MB var á vitjan hjá NSÍ. MB hevur ikki havt tað nemt í hesum kappingarárinum, teir hava enn bara tvey stig. Tó stóð MB seg væl í fyrra hálvleiki, og hálvleiksstøðan var 0-0. NSÍ fekk gongd á málskjótingina í seinna hálvleiki og vunnu tí dystin 3-0.
Skála vann 3-1 á B68, tað hevur við sær, at Skála nú hevur tikið fyrsta plássið frá 07 Vestur.
KÍ vann 6-0 á B71.
B36 og AB spældu málleysan javnleik.
1. deild menn 2015
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Skála | 14 | 10 | 3 | 1 | 40-12 | 33 |
2 | 07 Vestur | 15 | 10 | 2 | 3 | 40-18 | 32 |
3 | B68 | 14 | 8 | 2 | 4 | 28-13 | 26 |
4 | B71 | 14 | 6 | 5 | 3 | 24-20 | 23 |
5 | AB II | 14 | 7 | 3 | 4 | 22-19 | 24 |
6 | KÍ II | 14 | 7 | 0 | 7 | 33-29 | 21 |
7 | NSÍ II | 15 | 5 | 1 | 9 | 26-25 | 16 |
8 | Víkingur II | 14 | 3 | 4 | 7 | 13-20 | 13 |
9 | B36 II | 14 | 1 | 6 | 7 | 10-42 | 9 |
10 | MB | 14 | 0 | 2 | 12 | 8-46 | 2 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald