Politikkur

Bæði land og kommunurnar fáa fleiri skattakrónur

...

2014-12-05 16:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Landið hevur fyrstu ellivu mánaðirnar í ár fingið 60,1 mió. krónur fleiri inn enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 1,2 milliard krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 5,29 % hægri enn um somu tíð í fjør.


Føroysku kommunurnar hava higartil eisini fingið væl meir inn í skatti fyrstu ellivu mánaðirnar í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 358 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 56,2 milliónir krónur ella 4,32 % meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2014 eru 238 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 39 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 24 milliónir krónur meira.

Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjast her.
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast her.

Kelda: TAKS.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder