Vinna

Bæði brúk fyri Lív og Ziska í gjár

...

2019-09-04 06:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í havhestatíðini er ofta nógv at gera hjá bjargingarbátunum kring landi, og í gjár var brúk fyri bæði Lív í Havn og Ziska í Klaksvík.

MRCC støðin í Havn fekk eina fráboðan um 15 tíðina í gjár, at ein bátur hevði brúk fyri sleip úti við Høgnaboða. Bjargingarbáturin Lív var boðsendur, og sleipaði bátin til Havnar. Klokkan 17:15 var báturin í Havn.

Ein annar bátur hevði fingið motortrupuleikar út fyri Mikladali. Ziska fór av Havnini klokkan 16:30, og var aftur í Klaksvík klokkan 20 við bátunum ið hevði fingið motortrupuleikar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder