JN

Bæði boð eftir bjargingartyrluni og Lív í dag

...

2017-03-29 22:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 9 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Nólsoynni, og inn á Landssjúkrahúsið. MRCC Tórshavn sendi boð eftir Rescue Lív, sum fór eftir sjúklinginum. Klokkan 09:45 var Lív aftur í Havn við sjúklinginum. 

Aftur seinnapartin fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón á Landssjúkrahúsið, tað var klokkan 16:37. MRCC støðin sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór til Froðba eftir einum sjúklingi. Bjargingartyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 17:25 við sjúklinginum, upplýsir vakthavandi á MRCC støðini í Havn fyri JN.fo í kvøld.

Annars kann leggjast afturat, at venjingar eru kring oyggjarnar. Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog hevur bæði havt venjing við Lív og Brimli í dag. Venjingin við Lív var í Nólsoyarfirði, og venjingin við Brimli var norðanfyri.

Eisini ger danska sjóverjan royndarflúgvingar við teirra nýggju tyrlu kring oyggjarnar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder