2016-01-24 05:21
Tíðindaskriv um RIG16
Badmintonleikararnir í RIG-Reykjavík sera góð úrslit
Í dag eru innleiðandi dystirnir í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki spældir. Allir leikararnir løgdu nógv fyri og stríddist fyri hvønn bólt. Sjálvt um tað ikki rakk til eitt semifinalu ella finalupláss hjá øllum, so vóru nógvir sera spennandi og tættir dystir.
Í morgin eru so semifinalur og finalur á skránni.
Føroysku leikararnir luttaka í29 semifinalum av 48møguligum, og er hetta met.
Føroysku badmintonleikararnir eru í stórari menning, og at sleppa til eina kapping uttanlands, gevur teimum dirvi at dríva á við venjingini.
Spennandi verður at fylgja okkara sera røsku badmintonleikarum í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald