Ítróttur

Badmintonleikarar í stórum tali til Íslands

...

2014-01-16 18:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tíðindaskriv frá BSF:

Árliga tiltakið RIG 2014 verður í Reykjavík seinnu hálvu í januar mánaða.

RIG ??? Reykjavík International Games er ein altjóða stevna. Kappingar eru í 20 ymsum ítróttargreinum. Seinasta ár vóru leikarar úr 17 ymsum londum við til hesar kappingar.

Badmintonleikarnir úr Føroyum fara mannsterkir avstað. Luttakarnir eru úr aldrinum 9 til 19 ár. Í alt fara 56 leikarar úr øllum teimum 5 badmintonfeløgunum í Føroyum.

Ferðalagið telur í alt 126 fólk. So ikki er gjørt mætari enn at leiga eitt flogfar hjá Atlantic Airways yvir. Alt ferðalagið hevur leigað seg inn á hotel nærhendis har kappingin fer fram.

Seinasta ár vóru 39 badmintonleikarar við til RIG og fingu tey sera góð úrslit.

??ll eru spent til kappingina í ár, har eisini væntast, at okkurt heiðursmerkið kemur heim við aftur.

Ferðalagið fer yvir hósdagin 16. januar og kemur heimaftur mánadagin 20. januar.

Badmintonítrótturin er sera virkin vetrarhálvárið, og hevur veruliga tikið dyk á seg við tilgongd.

Íslandstúrurin er ein fastur táttur og góð gularót hjá ungu leikarunum at royna seg í altjóða høpi. Luttøkutalið økist á hvørjum ári.

Myndin er frá RIG 2013

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder