Tað føroyska badmintonlandsliðið luttekur á fyrsta sinni í liðdysti í mix til EM ??? kvalifikation í Lendava í Slovenia.
Føroyar er í bólki 1 við Holland, Slovenien og Litava og leikar í døgunum 7.-9. november. Í mix-liðdysti verða 5 dystir leiktir ??? einmansleikur hjá harrum, einmansleikur hjá kvinnum, tvímansleikur hjá harrum, tvímansleikur hjá kvinnum og blandaður tvímansleikur. Liðið sum vinnur minst tríggjar dystir vinnur liðdystin. Samlaði vinnarin í bólkinum luttekur í Mix-EM í Leuven í Belgia í februar í næsta ár. Føroyar møtir Slovenia fríggjadagin 7. november, Holland leygardagin 8. november og Litava sunnudagin 9. november.
Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttekur í liðdysti í mix til EM og landliðið og BSF eru tí spentir at vita hvussu fer at ganga. Eisini er luttøkan hjá tí føroyska landsliðnum eitt týdningarmikið skritt fram ímóti at menna og hækka støðið á føroyskum badmintonlandsliðsleikararum við at geva leikarunum avbjóðingar á høgum altjóða støði.
Hesir venjarar og leikarar umboða Føroyar til EM-kvalifikatiónsdystirnar í Slovenia:
Venjarar:
Aritra Nandy
Magnus Gaard
Harrar:
Niclas Højgaard Eysturoy
Rógvi Poulsen
Nikolaj Gunnarstein
Benjamin Gunnarstein
Damur:
Kristina Eriksen
Sigrun Smith
Rannvá Djurhuus Carlsson
Brynhild Djurhuus Carlsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald