Ítróttur

Badmintonlandsliðið til Oyggjaleikirnar á Jersey er úttikið

...

2015-04-24 19:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú gott ein vika eftir, at føroyameistarnir í badminton vóru funnir til Kontrast FM 2015, sum varð hildin í Hoyvíkshøllini d.11 apríl, hevur landsliðsvenjarin Aritra Nandy og landsliðshjálparvenjarin Magnus Gaard úttikið landsliðið, sum skal umboða Føroyar til Oyggjaleikirnar á Jersey 2015. Tilsamans eru 10 leikarar úttiknir ??? 5 harrar og 5 damur- sum eru við í hópinum hjá Aritra Nandy og Magnus Gaard til Oyggjaleikirnar. Fleiri av leikarunum skaraðu framúr til Kontrast FM 2015, og eru at finna á úttikna landsliðnum.

Fylgjandi leikarar eru úttiknir:

Harrar:

Benjamin Gunnarstein

Aksel Poulsen

Niclas H. Eysturoy

Bartal Poulsen

Magnus Dal-Christiansen

Damur:

Rannvá D. Carlsson

Brynhild D. Carlsson

Kristina Eriksen

Gunnva Jacobsen

Sólfríð Hjørleifsdóttir

Aksel Poulsen, sum hevur luttikið í fleiri ár á Oyggjaleikunum, er útnevndur til liðleiðara.

So statt eru fleiri av steypavinnararnum frá Kontrast FM 2015 í landsliðshópinum. Benjamin Gunnarstein vann gull í einmansleiki og í tvímansleiki saman við beiggja sínum Nikolaj Gunnarstein. Aksel Poulsen vann silvur í einmansleiki og gull í blandaðum tvímansleiki saman við Rannvá D. Carlsson. Bartal Poulsen og Magnus Dal-Christiansen vunnu silvur í tvímansleiki, har umframt vann Magnus Dal-Christiansen silvur í blandaðum tvímansleiki saman við Gunnva Jacobsen. Systrarnar Rannvá og Brynhild D. Carlsson vunnu fleiri gullsteypir. Rannvá vann gull í einmansleiki, gull í tvímansleiki saman við systur síni Brynhild. Eisini vann hon gull í blandaðum tvímansleiki saman við Aksel Poulsen. Brynhild vann silvur í einmansleiki og gull saman við Rannvá. Kristina vann bronsu í einmansleiki og silvur í tvímansleiki saman við Simone Romme. Gunnva Jacobsen og Sólfríð Hjørleifsdóttir vunnu bronsu í einmansleiki, eisini vann Gunnva silvur í blandaðum tvímansleiki saman við Magnus Dal-Christiansen. Niclas H. Eysturoy, sum vit høvdu stórar vónir til, var so óheppin og mátti trekja seg vegna rygtrupulleikar.

???Til hettar meistaraskapið í badminton sóu vit, at allir leikarar, sum hava verið úttiknir til bruttohópin til Oyggjaleikirnar, hava vant dúgliga gjøgnum árið og vístu gott spæl og góðan form. Venjararnir Aritra Nandy og Magnus Gaard hava tí havt nógvar leikarar at velja ímillum, nú landliðið skuldi úttakast. Tí hevur tað verið ein nakað torfør uppgáva, nú navn endaliga skuldi setast á allar teir 10 leikararnar,??? úttalar Erik Engelbrecht Thomsen seg, formaður í Badmintonsamband Føroya.

???Umframt ta dagligu venjingina í feløgunum, samlingar av bruttohópinum og og tær árligu 5 landsdekkandi Grand Prix kappingarnar, hava vit eisini fyrireikað okkum til luttøkuna í EM-undanfarnu kapping fyri bladað lið, sum var hildin seinasta ár í november máðna í Slovenia. Eisini luttóku vit í Reykjavík championships í marts og sum ein seinasta roynd áðrenn Oyggjaleikirnar, koyra vit eina opna kapping í Tórshavn á Hvítusunnu við luttakarum frá Danmark og Íslandi, umframt teir føroysku leikararnar. Sostatt koma vit við einum sterkum og vælfyrireikaðum landsliðið til Jersey, og hóast vit vita, at vit koma at møta sterkari mótstøðu, er okkara málsetningur framvegis, at náa tað besta úrslitið nakrartíð til Oyggjaleikir??? endar Erik Engelbrecht Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder