JN

Badmintonfelagið Nápur spennir seg út

...

2016-08-23 07:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Badmintonfelagið Nápur varð stovnað fyri einum ári síðani, og er hetta tískil annað árið, at felagið er virkið.

Farna kappingarár var eitt gott kappingarár hjá felagnum, hóast unga aldurin. Áleið 50 íðkarir vóru í felagnum og vunnu teir 36 heiðursmerkir og 1 steyp farna kappingarár.

Vónirnar til komandi kappingarár eru góðar, og vænta vit enn fleiri íðkarar og enn fleiri heiðursmerkir.

Eingi heiðursmerkir uttan íðkarar! - Tilmeldingin til kappingarárið 2016/17 er nú klár. Íðkarirnir kunnu nú fara inn á www.napur.fo og tilmelda seg.

Tað er avmarkað pláss, so tí ræður um at skunda sær at melda til!

https://vimeo.com/179489297/38c1bbedb9

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder