Tíðindaskriv
Fríggjadagin 3. februar fara 72 ungir badmintonleikarir til Íslands at taka lut í Reykjavík International Games (RIG). Leikararnir, sum fara avstað, eru úr HBF, KBF, ÍF, MBF, VÍF og Nápi. Spælt verður í U11, U13, U15, U17 og U19.
Byrjað verður tíðliga leygarmorgunin, og hildið verður áfram til síðsti dystur er leiktur seint sunnudagin. Nógvir dystir eru á skránni, tí ungu leikararnir skulu spæla í øllum trimum greinunum ??? einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki.
Vónirnar til kappingina eru góðar. Føroyskt badminton er í stórari menning. Tað hava úrslit víst ??? seinast, tá ið Føroyar luttóku í heimsmeistaraskapinum fyri lið í Bilbao í fjør.
Sum nakað nýtt í ár, so verður landsdystur eisini á skránni fríggjakvøldið. Unglingalandsliðini hjá báðum londunum fara at spæla eina liðkapping. Spælt verður í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki. Spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 6. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald