Fríggjadagin 22. januar fer eitt stórt badmintonferðalag til Íslands at luttaka í Reykjavik International Games (RIG).
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum badmintonfeløgini í Føroyum fara til, og er undirtøkan sera stór.
Ferðalagið hesaferð telur 101 fólk. 24 leikarar eru úr HBF, 16 úr KBF, 11 úr MBF og 1 úr ÍF.
Í U13, U15, U17 og U19 verður leikt í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki. Byrjað verður leygarmorgunin við innleiðandi umførunum, og hildið verður so áfram sunnumorgunin við hálvfinalum og finalum.
Eisini verður skipað fyri eini U11-kapping í einmansleiki. Hesir leikararnir spæla sunnudag.
Tá ið badmintonleikararnir vóru til RIG í fjør, fingu tey sera góð úrslit. 6 gull og 9 silvur, og vónirnar eru minst líka góðar í ár. Spennandi verður at fylgja við.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 25. januar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald