Herfyri høvdu skeiðshaldarar frá BSF (Badmintonsamband Føroya), skeið fyri ítróttarlærarum í høllini á Giljanesi.
Við vóru ítróttarlærarar frá Sørvágs skúla, Skúlanum á Giljanesi, umframt venjari frá Miðvágs Badmintonfelag.
Undirvísingin var bæði teoretisk og praktisk, og vóru luttakarni bæði óførir og festligir, siga skeiðshaldarnir báðir Jógvan Johannesen og Marian Fuglø, sum hava verið á øðrum skúlum eisini við sama skeiðið.
Skúlarnir báðir fingu badmintonútgerð til ognar frá BSF, at brúka í ítróttartímunum.
???Shuttel time/Badminton inn um skúlans gátt??? er ein ætlan/koncept undir Badminton World Federation (BWF) og Badminton Europe (BE). Skeiðið er ætlað ítróttarlærarum, soleiðis at teir gerast førir fyri at skipa undirvísing í badminton.
Badminton er ein ítróttargrein, har tú venir allar sansir í einum, og er sera væl egnað sum aktivitetur í ítróttartímum skúlans.
Vónin er hjá BSF og Miðvágs Badmintonfelag at skeiðið kemur at skapa áhuga hjá fleiri fyri badminton. Badminton sum ítróttargrein er vaksandi í Føroyum, og vónandi verða fleiri nýggj andlit at síggja til venjingar, so hvørt sum hesir røsku lærarnir dríva á við badminton í ítróttartímunum í skúlanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald