Ítróttur

Badminton: Hugni og stuttleiki fyri alla familjuna

...

2013-08-26 03:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hey øll badmintonfólk.

Nú er tíð hjá okkum øllum kring landið, at fara í gongd aftur ha?

Miðvágs Badmintonfelag ynskir at bjóða tykkum til eitt tiltak, sum vit hesaferð kallað Badminton- hugni & stuttleiki. Tiltakið er fyri alla familjuna, og verður 31. august kl 15.30.

Á skránni verður ymiskt. Badminton (sjálvsagt), fleiri fjølbroyttir aktivitetir og kappingar verða, sum vit kenna tað frá generatiónsbadminton í fjør. Eisini verða onkrar sangframførslur, og til seinast ein góður biti.

Hetta tiltak ynskja vit eisini skal avspegla Vilhjálm og Høgna, sum vit kendu teir. Vit vita at teir ynsktu, at allir badmintonleikarar skulu hava tað gott og stuttligt. Tað er við virðing fyri teimum, og í teirra anda at vit fara at hugna okkum, og hava tað stuttligt. Vónandi verða onkrir av leikarnum frá oyggjaleikalandsliðnum við eisini.

Hendan dagin er ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin.

Kostnaður fyri hvønn luttakara er kr 150,-.

Mesti kostnaður fyri eina familju er kr 500,-

Tilmelding á [email protected] ella tlf 260010, 290001, 545107.

Seinasta freist fyri tilmelding er 27. august kl 20.

Hjartaliga vælkomin øll somul

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder