Ítróttur

Badminton- hugni & stuttleiki á Giljanesi

...

2013-09-02 16:31 Author image
placeholder

Badminton- hugni & stuttleiki á Giljanesi

Eitt gott og hugnaligt badmintontiltak var á Giljanesi seinasta leygardag, í samband við at badmintonárið er umat byrja kring landið.

Við vóru leikarar og familjur úr øllum landinum. Nógvir stuttligir aktivitetir vóru á skránni, umframt badminton. Tey luttakandi blivu býtt upp í 13 lið, og øll koyrdu á fyri at vinna.

Við hesum tiltakið ynskti MBF eisini at byrja árið, við at virða teir báðar Vilhjálm og Høgna, sum hava gjørt so nógv gott fyri badmintonleikarar kring landið.

Ein fínur dagur, sum endaði við frálíkum gleðistónum frá ???Blátt gras???, og góðum mati frá ???Asian shop???.

MBF ynskir at takka øllum, sum á ymiskan hátt gjørdu hetta tiltakið møðuligt.???

Badmintonvenjingarnar byrja heilt skjótt aftur, og verður lýst á FB hjá Miðvágs Badmintonfelag, og hjá JN.fo nær verður byrja, og hvussu tíðirnar koma at verða.

MBF-nevndin

Sí eisini -http://jn.fo/badminton+hugni+amp+stuttleiki+myndir.html

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder