Ítróttur

Badminton - 4. pláss í liðkappingini

...

2017-06-27 15:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunnudagin byrjaði kappingin í badminton. Byrjað varð við liðkappingini. Í innleiðandi dystunum spældi Føroyar ímóti Hetlandi og vertstjóðini Gotlandi. Føroyar vunnu báðar dystirnar og spældu seg sostatt víðari í hálvfinaluna, sum varð spæld mánadagin. Leikarir, venjarir og áskoðarir vóru sum vera man spent, men tíverri rakk tað í ár bara til eitt 4. pláss. Føroyar taptu 1-3 ímóti Guernsey í hálvfinaluni, og bronsudystin taptu Føroyar somuleiðis 1-3 ímóti Isle of Man.

Í báðum liðdystunum í gjár møttu vit einum liði, sum á degnum, var sterkari enn vit. Men liðið skal tó hava rós fyri ein sera góðan innsats, tí hóast, at tey taptu í dag, so kempaðu tey sera gott, høvdu ein góðan liðanda og spældu sera tættar dystir, sum líka so væl kundu farið til okkara.

Eisini er vert at leggja sær í geyma, at vit hava eitt ungt lið, sum hevur framtíðina frammanfyri sær. Vit venda sterkt aftur í liðdystinum á Gibraltar 2019.

Í dag byrjar einstaklingakappingin, og hon heldur áfram til fríggjadagin - vit eru slett ikki liðug enn - koyr á F??ROYAR....

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder