2015-03-07 22:32
Frysta umfar í 1. deild, var skotið í gongd í dag, tá ið MB var á vitjan hjá B71 á Sandi. Tað eru somu lið, ið fluttu upp úr 2. deild frá seinasta kappingarári.
Sum vit skriavaðu fyrr í dag á JN.fo, so hevur MB havt sera stóra frágongd, men nú sær ljósari út hjá teimum. Hinvegin hevur B71, havt sera stóra tilgongd, so væntast kann eitt sindur av B71 í ár.
'
Tað var eisini heimaliðið ið kom best frá byrjan, tá Tummas Pauli Olsen legði B71 á odda 1-0. Tað var Rúni Høgnesen, sum fekk næsta málið í dystinum, og B71 kundi fara til hálvleiks við tveymálsleiðlsu.
B71 byrjaði seinna hálvleik har teir sleptu í fyrra hálvleiki, Bjørgfinnur Winther fekk lagt B71 á odda 3-0. Ari Mohr fekk seinasta málið fyri heimaliðið, hann skoraði til 4-0. MB fekk pyntað um útslitið, tá Magni Joensen skoraði til 4-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald