Ítróttur

B71 og Skála fingið góða byrjan

...

2015-03-18 18:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF.fo skrivar: Eftir tvey umfør í 1. deild hjá monnum, eru B71 og Skála einastu lið við fullum stigatali. Farna vikuskfitið vunnu sandoyingar 4-2 á útivølli ímóti NSÍ.

Sandoyingar, sum í fjør fluttu upp úr 2. deild, og skálamenn eru komnir væl frá byrjan í næstbestu deildini hjá monnum. Seinasta vikuskiftið vann B71 4-2 í Runavík, meðan Skála á heimavølli somuleiðis vann 4-2, har 07 Vestur var á vitjan.

Við sigrunum hava B71 og Skála fult stigatal, meðan B68 er nummar 3 við 4 stigum. Í næsta landskappingardystinum í ár spældu toftamenn málleysan javnleik á útivølli ímóti B36.

??rslitini í 2. umfari vórðu hesi:
Skála - 07 Vestur 4-2
MB - Víkingur 0-3
NSÍ - B71 2-4
B36 - B68 0-0
KÍ - AB 4-2

Niðanfyri ber til at síggja málini í dystinum millum NSÍ og B71.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder