Ungi miðvingurin roynir seg á Sandoynni í ár
Tað hevur verið stór útskifting í fyrstu deildar hópinum hjá B71 í ár. Fleiri mans, eldri sum yngri, eru farnir til onnur feløg, men nakrir eru eisini komnir við úr yngru deildunum í ár.
Umframt hesar hevur B71 eisini verið úti og tryggjað sær undirskriftina hjá Ibrahima Camara og nú kunnu vit so boða frá enn einari tilgongd.
Talan er um 28 ára gamla miðvingin Inga Wiberg Joensen, ið annars alt sítt fótbóltslív hevur verið við barndómsfelagnum MB. So talan er um eina heilt nýggja og øðrvísi avbjóðing nú hann sleppur at royna seg á Sandoynni komandi árið.
Vanliga plássi hjá Inga er á miðjuni og har hevur hann eisini leikt nakrar venjingardystir í ár.
Vit ynskja Inga vælkomnum til felagið og gleða okkum at síggja hann á vøllinum komandi leygardag, tað skrivar B71 á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald