Tofta Ítróttarfelag og Páll Guðlaugsson eru samd um, at samstarvið teirra millum skal halda uppat nú beinanvegin. Páll tók við sum venjari hjá B68 síðsta heyst, tá ið tað beinanvegin varð farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
Hóast nógv varð lagt fyri í venjingunum og arbeitt var við stórum eldhuga, so hava úrslitini ikki verið góð. Nú eru nevndin í Tofta Ítróttarfelag og Páll Guðlaugsson samd um, at fara hvør til sítt. Felagið takkar Páll Guðlaugsson fyri samstarvið og ynskir honum blíðan byr í framtíðini.
Tað verður Oddur Olsen, sum nú fer at standa fyri besta B68 liðnum. Oddur hevur verið hjálparvenjari og høgra hond hjá Páll Guðlaugsson. Tað er møguleiki fyri, at ein venjari heilt skjótt verður settur aftrat Oddi Olsen, men hetta er ikki komið upp á pláss enn, tað stendur at lesa á b68.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald