2015-02-10 03:47
19-ára gamli Rasmus Dan Sørensen, sum altíð hevur spælt við B36, hevur í kvøld verið og vant hjá EB/Streymi. Sambært Faroesoccer.com, so hevur Rasmus spælt 62 dystir í Effodeildini, har hann hevur skotið 8 mál. Hann hevur eisini prøva seg av úti í Europa, har hann bæði hevur spælt Champions og Europa Leauge.
Rasmus kann spæla
á vonginum, offensiv mið og áleypari, eisini er hann sera arbeiðssamur spælari.
Eliesar Olsen, venjari
hjá EB/Streymi, segði við JN.fo í kvøld, at EB/Streymur hevur verið úti eftir
Rasmusi, men í kvøld var fyrstu ferð Rasmus vandi við EB/Streymi, Rasmus skal spæla
venjingardyst við teimum í morgin. Eliesar segði víðari, at Rasmus skal
royndarvenja við EB/Streymi vikuna út, so verður tað tikið har frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald