Mentan

B36 ynskir aftur í ár at stuðla Í menniskjum góður tokki

...

2015-11-11 02:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftaná kappingarárið 2014 gjørdi starvsnevndin í B36 av at seta í verk eina uppboðssøluna av leikaratroyggjunum hjá Effo hópinum 2014. Avjørt var, at helvtin av peninginum, ið kom inn fyri hesar skuldi latast "Í menniskjum góður tokki" og hin helvtin fer til ungdómsarbeiðið í felagnum. ??rslitið gjørdist, at B36 kundi handa "Í menniskjum góður tokki" eina upphædd á kr. 20.000,00.

B36 hevur gjørt av at seta í verk somu uppboðssøluna aftur í ár. Tí fara vit aftur í árt at selja heimablusurnar hjá Effo liðnum hjá okkum, sum vann FM 2015. Eins og í fjør, so verður peningurin, ið kemur inn býttur 50 / 50 til ???Í menniskjum góður tokki??? og ungdómsdeildina hjá B36.

- Vit vóna at undirtøkan av søluni verður góð, so vit fáa sent eina munagóða upphædd víðari til "Í menniskjum góður tokki", sigur Heiðrikur Christiansen, formaður í B36. Hann leggur aftrat, at felagið við hesum roynir at geva nakað aftur til samfelagið.

Við at keypa eina av heimablusunum frá kappingarárinum, so kanst tú stuðla bæði ???Í menniskjum góður tokki??? og ungdóminum B36

Les meira um uppboðssøluna og bjóða á www.b36.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder