07Vestur: Ímeðan vøllurin verður gjørdur til í Sørvági, halda vit fram við veningardystum á útivølli. Í gjár varð tað so móti B36 í Gundadali, í einum til tíðir undirhaldandi dysti, við nógvum málum.
Byrjanaruppstillingin:Ivan Stojkovic; Sigtór A. Petersen, Sølvi Egilsson, Petter Bjørlund, Torstein Mýlingstind; Janus S. Samuelsen, Martin Tausen, Høgni E. Nielsen, Holgar Durhuus; Søren B. Nielsen, Ken Fagerberg.
Eyka (allir komu inn):Petur G. Dalbø, Asbjørn Heðinsson, Jákup S. Olsen, Tór-Ingar Akselsen, Jóannis á Steig.
Tað tók okkum eina løtu at koma inn í dystin móti B36 í dag. Fyrstu helvtina av fyrra hálvleiki vóru vit als ikki við og heimaliðið gav okkum stórar trupulleikar. Brádliga vóru tað tó vit, ið tóku fyrsta stikkið. Janus tók bóltin við sær framvið tveimum, um miðjuna. Ken dróg tveir verjuleikarar við sær og so varð rúm til Holgar, sum fekk bóltin og høgdi til úr einum 20 metrum. Sera gott uppspæl og enn betri avsluttað. 1-0 til okkum.
Eftir hetta javnaðist spælið út, men vit høgdu ein stóran møguleika. Tað var eftir gott samanspæl ímillum Søren og Ken, sum síðani spældu Janus fríðan á kantinum á brotsteiginum. Skotið fór tíverri framvið.
Spælið var rættiliga javnt eftir hálvleik, men heimaliðið vóru effektivari og komu á odda 3-1. Okkara góvu tó ikki upp, men fingu javna til 3-3. Tað fyrra frá Sølva, sum var hægstur og skallaði eitt væl skotið horna frá Jóannis í netið. ??tjavnandi málið fekk Søren eftir sera gott uppspæl í høgru og innlegg flatt til aftaru stong, har Søren setti fótin á í tóma málið.
Móti endanum vóru vit ikki ordiliga vaknir og heimaliðið slapp at gera okkum kunstin eftir, og Ivan varð púra seldur, tá teir skoraðu við handaru stong.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald