JN

B36 skriva venjarasáttmala við Djóna N. Joensen og Lukasz Cieslewicz

...

2016-01-12 03:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

B36hevur í dag gjørt avtalu við Djóna N. Joensen um at vera venjari hjá U16 dreingjum komandi kappingarárið.

Djóni vandi í fjør U16 dreingirnar hjá HB og endaði teir á einum flottum 3. plássið. Sum leikari spældi Djóna við B36 frá 1996 til 1999, har hann var við til at vinna FM í 1997.

Avtala er eisini gjørd við ársins leikara 2015, Lukasz Cieslewicz, um at venja evnaríku U14 dreingirnar í felagnum. Samstundis fer Lukasz eisini undir at taka A prógv sum venjari. Við sínum royndum úr bestu deildini og sum ungdómsleikari hjáBrøndby IF, so er ongin ivi um, at Lukasz hevur eina rúgvu at bjóða ungu leikarunum í U14.

- Hetta eru tveir sera dugnaligir venjarar, ið vit hava fingið gjørt avtalu við, sigur Áki Johansen, høvuðsungdómsvenjari í B36. Hann leggur aftrat, at hetta er uttan iva tveir venjarir, ið koma menna ungdómin í B36 enn meira.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder