Ítróttur

B36 og EB/Streymur leiktu javnleik - myndir

...

2015-03-04 03:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

??tsetti dysturin millum EB/Streym og føroymeistarnar úr B36 varð í kvøld leiktur á Tórsvølli.

Tað var B36 ið hevði bóltin meira, men teir grønu úr Sundalagnum fingu fyrsta málið í dystinum, tað var Leif Niclasen ið legði gestirnar úr EB/Streymi á odda eftir 18 min., málið kom eftir at B36 hevði havt hornaspark, men tað endaði við at EB/Streymur spældi skjótt kontraspæl, ið endaði við at Rasmus legði bóltin fyri føturnar á Leif Niclasen, sum kundi leggja undirtippaða liðið á odda. Hálvleikstøðan var 0-1 til EB/Streym.

EB/Streymur var um reppið at fáa eina dreymabyrjan uppá seinnahálvleik, tá teir vóru centimetrar frá at leggja seg á odda 2-0. Føroyameistarnir úr B36 blivu við at trýsta og eftir gott 63 min., fingu teir eisini javna til 1-1. Tað var Ibrahim Camara, ið fekk tað málið.

Beint eftir at B36 hevði javnað, fekk Lukas Cieslewicz hjá B36 beinleiðis reytt kort. Men tað sást ikki aftur at teir hvítu vóru ein maður minni á vøllinum, teir royndu at fáa vinnandi-málið, men fleiri mál komu ikki í dystinum, og dysturin endaði 1-1. 

Tað er bara NSÍ, ið hevur fingið fult stigartal í EFFO-deildini í 1. umfari. Støðan frá faroesoccer.com sæst niðanfyri.
Nr.LiðDVJTMMS 
1
NSÍ
1
1
0
0
+5
3
 
2
Víkingur
1
0
1
0
0
1
 
3
ÍF
1
0
1
0
0
1
 
4
HB
1
0
1
0
0
1
 
5
AB
1
0
1
0
0
1
 
6
TB
1
0
1
0
0
1
 
7
1
0
1
0
0
1
 
8
EB/Streymur
1
0
1
0
0
1
 
9
B36
1
0
1
0
0
1
 
10
FC Suðuroy
1
0
0
1
-5
0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder