Ítróttur

B36 nýtt oddalið

...

2015-06-27 03:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

B36 er nýtt oddalið í EFFO-deildini, tað er greitt eftir at teir í kvøld vunnu 3-1 á AB. Høgni Eysturoy legði B36 á odda longu tá sjey minuttir vóru farnir, men góður fimm minuttir fyri hálvleik javnaði Jógvan Andrias Nolsøe fyri AB, til hálvleiksstøðuna 1-1. Leingi sá út til, at liðini fóru av vøllinum við einum stigið í part, men tá 89. minuttir vóru leiktir skoraði Høgni Eysturoy aftur fyri B36. Í yvirtíðini staðfesti Róaldur Jacobsen sigurin fyri B36, tá hann skoraði til 3-1.

Í morgin spæla TB og EB/Streymur.

Tveir aðrir dystir vóru leiktir í dag.

KÍ - NSÍ (3-3)

Heðin Klakstein 1-0
Klæmint A. Olsen 1-1
Kenan Hajdarevic 2-1
Magnus H. Olsen 2-2
Jónhard Frederiksberg 2-3
Henry Heinesen 3-3

Víkingur - HB (3-0)

Gunnar Vatnhamar 1-0
Heðin Hansen 2-0
Atli Gregersen 3-0

Dysturin millum ÍF og FC Suðuroy var leiktur í gjár.

ÍF - FC Suðuroy (3-3)

Dánjal á Lakjuni 1-0
Valerian Iobashvili 1-1
Jón Krosslá Poulsen 1-2
Clayton Soares 2-2
Mamuka Toronjadze 2-3
Adeshina Lawal 3-3

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
B36
17
10
6
1
36-18
36
2
NSÍ
17
10
4
3
47-25
34
3
Víkingur
17
9
6
2
44-23
33
4
HB
17
8
6
3
25-19
30
5
17
7
4
6
29-25
25
6
ÍF
17
4
8
5
28-28
20
7
TB
16
3
8
5
20-21
17
8
FC Suðuroy
17
4
2
11
24-46
14
9
AB
17
0
9
8
16-30
9
10
EB/Streymur
16
1
3
12
12-46
6

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder