Fult umfarð hevur í dag verið í EFFO-deildini.
Botndystur var í Vági, oddadystur var í Gøtu og grannauppgerð var í Gundadali.
HB - B36 1-3
Í Havn var grannauppgerð millum HB og B36. Sambært faroesoccer, so vóru 650 áskoðarar komnir til dystin.
Tað vóru meistarnir úr B36, ið løgdu best út frá byrjan, og eftir 30. minuttir legði Lukasz Cieslewicz B36 á odda 0-1. Leingi sá út til at fyrri hálvleikur fór at endað við at B36 førdi við einum málið, men eftir 45. minuttir skoraði Hans Pauli Samuelsen til 0-2, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Hans Pauli fekk eisini eitt mál í seinna hálvleiki, tá hann í 72. minutti legði B36 á odda 0-3. Jógvan Rói Davidsen fekk pyntað um úrslitið, tá hann eftir 85. minuttir minkaði um munin til 1-3, sum eisini gjørdist úrslitið av grannauppgerðini.
TB - ÍF 1-1
Við Stórá tók TB móti ÍF.
Longu eftir 12 minuttir gjørdis uppgávan hjá TB torførari, tí tá fekk málverjin Ivan Stojkovic beinleiðis reytt kort, útispælarin Patrik Johannesen fór síðani at standa í málinum, og tað uppgávuna kláraði hann at loysa heilt væl, tí tað kom bara eitt mál ígjøgnum hjá honum, og tað var tá 14. minuttir vóru spældir, at Leivur Joensen legði ÍF á odda 0-1. Albert Adu javnaði fyri TB tá 32. minuttir vóru spældir, og tað gjørdis eisini úrslitið av dystinum.
FC Suðuroy - EB/Streymur 2-1
Á Eiðinum í Vági, møttust botnliðini í EFFO-deildini.
Tað var FC Suðuroy ið fingu betri byrjana, tá Búi Egilsson eftir 26. minuttir legði felagsliðið úr Suðuroynni á odda 1-0. Men bert lítla løtu seinni, javnaði Niels Pauli Danielsen fyri EB/Streym, tá hann skoraði uppá brotsspark. Hesin dysturin bleyv eisini avgjørdur í fyrra hálvleiki, tí tá 44. minuttir vóru spældir skoraði John T. Poulsen fyri FC Suðuroy, og legði teir framum 2-1, sum eisini gjørdist úrslitið.
Víkingur - NSÍ 5-1
Víkingur smurdi oddaliðið av.
Tað sá annars út til, at NSÍ ætlaði sær at halda fram við sama stevi, sum teir hava gjørt alt kappingarárið. Tì eftir 19. minuttir legði Magnus Olsen NSÍ á odda 0-1. Men Víkingur fekk vent dystinum áðrenn hálvleik, tá teir fingu tvey mál, beint fyri at bríksla var til hálvleiks. Fyrst var tað Bárður Hansen, ið javnaði fyri Víking tá 44. minuttir vóru spældir, og í yvirtíðini fekk Erling Jacobsen lagt Víking framum, til hálvleiksstøðuna 2-1.
Eftir 66 minuttir økti Finnur Justinussen um leiðlsuna, tá hann skoraði til 3-1. Erling Jacobsen fekk sítt annað mál í dystinum, tá hann eftir 76. minuttir skoraði til 4-1, og tað var Gunnar Vatnhamar ið settið punktum - tá hann skoraði til 5-1 í 80. minutti
KÍ - AB 2-1
Tað kom bara eitt mál í fyrra hálvleiki, og tað var Páll Klettskarð ið legði KÍ á odda 1-0 í 41. minutti.
Í seinna hálvleiki javnaði Jógvan Andrias Nolsøe fyri AB, tá ið hann í 63 minutti skoraði uppá brotsspark. Heðin Klakstein fekk avgerðandi málið í dystinum, tá ið hann í 78. minutti legði KÍ á odda 2-1, ið eisini gjørdis endaliga úrslitið.
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | NSÍ | 8 | 6 | 0 | 2 | 22-14 | 18 |
2 | B36 | 8 | 5 | 2 | 1 | 18-9 | 17 |
3 | Víkingur | 8 | 3 | 5 | 0 | 21-12 | 14 |
4 | HB | 8 | 3 | 3 | 2 | 12-11 | 12 |
5 | KÍ | 8 | 3 | 2 | 3 | 14-11 | 11 |
6 | ÍF | 8 | 2 | 5 | 1 | 14-12 | 11 |
7 | TB | 8 | 1 | 5 | 2 | 10-12 | 8 |
8 | FC Suðuroy | 8 | 2 | 0 | 6 | 9-23 | 6 |
9 | AB | 8 | 0 | 5 | 3 | 7-11 | 5 |
10 | EB/Streymur | 8 | 0 | 3 | 5 | 8-20 | 3 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald