Ítróttur

B36: Gull dagurin 2015

...

2015-10-02 16:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins, so eyðnaðist tað í 2015 B36 at endurvinna FM heitið.

Eftir ein stuttan steðg hjá FSF, so tíðin komin til, at FM steypið kemur heim aftur. Hetta skal sjálvandi hátíðarhaldast á rættan hátt.

 
Tí byrja vit longu leygardagin kl. 10.00 við Gull Brunsh áðrenn ókeypis bussar koyra til Fuglafjørð kl. 12.00, har tað er Kick Off kl. 14.00.

 
Sjálvandi er eisini andlitsmáling, FIFA16 (í samstarv við Elding Elrisan) og barnabussur á skránni. Møguleiki verður eisini at keypa B36 lutir og atgongumerki til ársveitsluna. Áðrenn fráferð til Fuglafjørð koma Effo leikarnir sjálvandi eisini at heilsa uppá.

Eftir dystin er sjálvandi steypahandan, og aftur í Tórshavn fara vit so øll at heiðra Føroyameistararnar 2015 á Vaglinum saman við Tórshavnar Kommunu kl. 18.30!

 
Kl. 23.00 verður opið hús og Gull dansur við DJ Dash í B36 húsinum.

 
Vit síggjast leygardagin til ein mega GULL DAG !

 
Einaferð - Altíð B36 !
Skráin fyri Gull dagin:
10.00: Gull Brunsh
12.00: Fráferð til Fuglafjørð
14.00: Kick-Off og síðani steypa handan
18.30: Heiðran á Vaglinum
23.00: Gull dansur við DJ Dash

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder