
Tríggir dystir hava verið í EFFO-deildini í kvøld.
ÍF og Skála býttu stigini millum sín. Tá ið hálvur tími var leiktur av dystinum, gjørdi Jákup Jakobsen sjálvmál fyri Skál. Hálvleiksstøðan var 1-0 til ÍF. Álvur Christiansen javnaði fyri Skála, tá ið 50. min. vóru leiktir. 10 minuttir fyri dystarlok legði Clayton Nascimento ÍF á odda 2-1, men Brian Jacobsen og Skála vildu tað øðrvísi, og skoraði Brian til 2-2 í yvirtíðini, sum eisini gjørdist úrslitið av dysitnum.
KÍ fekk bara eitt stig norð við sær av Argjum. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men tá ið fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, skoraði Símun Samuelsen fyri AB, men tað gekk ikki lang tíð, áðrenn Páll Klettskarð javnaði fyri KÍ til 1-1, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.
Meistarnir fingu øll stigini móti NSÍ. Sebastian Pingel legði B36 á odda 1-0. Róaldur Jakobsen økti um leiðsluna við brotssparki. Klæmint A. Olsen minkaði um munin fyri NSÍ til 2-1, og Lukasz Cieslewicz staðfesti sigurin fyri B36, tá hann skoraði til 3-1.
Støðan eftir sjey umfør sær nú soleiðis út:
1. HB (17 stig)
2. Víkingur (15 stig)
3. B36 (14 stig)
4. NSÍ (12 stig)
5. KÍ (11 stig)
6. ÍF (8 stig)
7. TB (5 stig)
8. Skála (5 stig)
9. AB (4 stig)
10. B68 (3 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald