Í ??lavsøkurøðuni nevnir løgmaður, at lánið til Vágatunnilin ER afturgoldið.
Vit vita, at fyri árum síðani varð púra greið
avtala gjørd, at tá lánið var afturgoldið, var liðugt at gjalda bummgjald.
Allir føroyingar vita, at tað var avtalan.
Reint lógartekniskt er tað ólógligt at krevja
pening inn, tá lánið er afturgoldið.
Men løgmaður , ið er løgfrøðingur, sigur, at
nú ???er grundarlag fyri at endurskoða príspolitikkin hjá felagnum???. Í lógini
stendur púra greitt, at felagið skal avtakast.
Í brotinum um Vágatunnilin stendur í
løgmansrøðuni, at ???arbeitt verður við eini samhaldsfastari samferðsluloysn fyri
alt landi.???
Tað hevur ongin nakað ímóti.
Men ein samhaldsføst skipan hevur ONKI at gera við
bummar um Vestmannasund og Leirvíksfjørð. Tí er brotið heilt skeivt plaserað í
løgmansrøðuni, og ein kann fáa illgruna um, at nakrir politikarar ynskja leypa
frá eini greiðari avtalu.
Tað kann ikki góðtakast. Hvørki so ella so.
Politiski myndugleikin skal vita, at avtalan,
ið varð gjørd SKAL haldast- Bummurin burtur tá lánið er afturgoldið. Nú er afturgoldið um Vestmannasund ??? og
bummurin skal burtur smb lógini.
Um stutta tíð verður Norðoyatunnilin
afturgoldin- og tá skal bummurin burtur har eisini ???
Tí tað var og er avtalan. Og avtalur skulu
haldast.
Heilsan Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald