Eftir at tingkvinnan Annika Olsen setti landstýrisskvinnuni í heilsumálum Sirið Stenberg fyrispurning um møguleikarnar fyri bróstkrabbaskurðviðgerð í Íslandi er avtala undirrita um at leinga hetta samstarvið.
Tað hevur í longri tíð ljóða at vælvirkandi bróstkrabbatoymi á Landssjúkrahúsinum skuldi umskipast. Somuleiðis hevur ljóða at avtalan við Ísland um bróstkrabbaviðgerð skuldi uppsigast. Tí setti tingkvinnan Annika Olsen ein skrivligan fyrispurning um hetta álvarsmál. Í gjár kom svar frá heilsumálaráðnum, um at avtalan við Ísland um bróstkrabbaviðgerð er longd í hesi vikuni. Hetta eru gleðilig tíðindi fyri allar føroyskar kvinnur. Enn standa tó spurningar ósvaraðir viðvíkjandi bróstkrabbatoyminum, sum hevur tikið sær av diagnostisering, røntgenscreening, biopsi og skurðviðgerð. Sí svarið frá landsstýriskvinnuni niðanfyri.
Svar:
Til nr. 1 og 2:
Sambært Landssjúkrahúsinum hevur Landssjúkrahúsið ikki nakað ávíst bróstkrabbatoymi, ið tekur sær av bróstkrabbasjúklingum, men verða hesir sjúklingar sendir til Íslands í viðgerð á eina klinikk, ið Landssjúkrahúsið hevur avtalu við.
Viðgerðargongdin í sambandi við bróstkrabba hjá kvinnum er einki broytt í mun til, hvussu hon hevur verið higartil, og ongar ætlanir eru um at gera nakrar broytingar.
Er illgruni um bróstkrabbamein hjá eini kvinnu, verður hon altíð kannað og útgreinað av serlækna, sum Landssjúkrahúsið altíð hevur at taka sær at hesum.
Landssjúkrahúsið hevur ongar ætlanir um at enda samstarvið við klinikkina í Íslandi. Tvørturímóti hevur Landssjúkrahúsið í hesi vikuni (viku 38/2016) gjørt av at leingja samstarvsavtaluna við klinikkina í Íslandi, soleiðis at væl dámdi íslendski skurðlæknin, sum seinastu 7 árini hevur tikið sær av at skurðviðgera kvinnur úr Føroyum fyri bróstkrabbamein, eisini framyvir fer at taka sær av hesum viðgerðum.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 23. september 2016
Sirið Stenberg
landsstýrismaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald