Í sambandi við undirskrivingina kemur Mai Mercado, danskur ráðharri í barna- og almannamálum til Føroya. Danski ráðharrin og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna undirskriva avtaluna mánadagin 19. desember 2016 kl. 11.00 á tíðindafundi í Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Sambært avtaluni verður familjurættarliga økið yvirtikið á ólavsøku 2018. Í hesum sambandi verður uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkinum lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetu.
Eisini verður samstarvsavtala undirskrivað, ið hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum Føroyar og Danmark á persóns-, húsfólka- og arvarættarliga økinum.
Familjurættarliga økið fevnir um hjúnabandslógina, lóg um foreldramyndugleika og samveru, arvalógina, verjumálslógina og fleiri afturat hesum.
Mai Mercado, ráðharri kemur saman við embætisfólki til Føroya í kvøld og vitjar til týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald