Føroyskar fyritøkur, eisini tær í frálandavinnuni, fáa við dagførdu dupultskattaavtaluni við Grønland betri umstøður at virka undir og at gera íløgur í Grønlandi
Fíggjarmálaráðharrarnir í Grønlandi og Føroyum, Vittus Qujaukitsoq og Jørgen Niclasen, hava í dag avtalað og undirskrivað dagføringar í dupultskattaavtaluni millum Grønland og Føroyar.
Í høvuðsheitum bera dagføringarnar í sær, at tað gerst høgligari hjá føroyskari frálandavinnu og vinnu á landi at virka og gera íløgur í Grønlandi.
- Kappingarførið ímóti útlendskum kappingarneytum er avgerandi fyri okkara vinnufyritøkur. Tí eri eg sera fegin um, at umstøðurnar hjá føroyska vinnulívinum í Grønlandi gerast betri. Samgongan hevur sett sær fyri at dagføra dupultskattaavtalur við onnur lond, og avtalan í dag er fyrsta stigið á hesi leið, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Tilsamans eru átta viðurskifti broytt og dagførd í dupultskattaavtaluni millum Føroyar og Grønland.
Her eru nakrar av teimum mest týðandi dagføringunum:
???Higartil hava ongar ásetingar verið um skatting av frálandavirksemi. Í dagførdu avtaluni eru reglur um skatting av frálandavinnu, ið gera føroyskar fyritøkur fult kappingarførar við fyritøkur í grannalondum okkara
???Vinna á landi, herundir byggifyritøkur, kann nú virka í seks mánaðir í Grønlandi uttan at fyritøka og teirra føroysku starvsfólk verða skattskyldug í Grønlandi. Frammanundan var tíðarfreistin tríggjar mánaðir. Eisini henda dagføring bøtir um føroyska kappingarføri.
???Føroyskar fyritøkur, sum higartil hava gjørt íløgur í grønlendskar fyritøkur, hava goldið meira enn 40% í vinningsbýtisskatti í Grønlandi. Nú lækkar hesin skattur niður í 35%.
Jens Meinhard Rasmussen stjóri á Skansi Offshore og Hans Andrias Joensen, stjóri á Thor siga, at teir eru væl nøgdur við, at vit nú hava fingið avtalu við Grønland, ið tryggjar føroyskari frálandavinnu fult kappingarføri mótvegis fyritøkum í grannalondum okkara.
- Vónandi fara føroyskar fyritøkur nú at brúka nýggju møguleikarnar til gagns fyri fyritøkurnar sjálvar, teirra starvsfólk og Føroyar sum heild, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Samráðingar um dagføring av dupultskattaavtaluni byrjaðu í Grønlandi mánaðarskiftið august/september 2013, tá Jørgen Niclasen var á vitjan hjá grønlendska starvsbróðurinum. Í november vóru samráðingar á embætismannastigi, og í gjár bað Jørgen Niclasen um ráðføring frá uttanlandsnevnd Løgtingsins um málið. Uttanlandsnevndin tók fult undir við dagføringunum, sum skulu samtykkjast í Løgtinginum og Inatsisartut, áðrenn tær fáa virknað.
Vittus Qujaukitsoq, fíggjarmálaráðharri, vitjar í Føroyum ávegis til Íslands og kunnar seg um føroysk viðurskifti. Hann skal vitja bæði almennar stovnar og privatar fyritøkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald