Lagt út 6 January, 2017 - 20:27
Tveir fegnir menn. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, og Hans Andrias Kelduberg, reiðari, skriva undir semjuna.
Tað verður við sløttum borði og reinari samvitsku yvir fyri manningarfeløgunum, at Hans Andrias Kelduberg, reiðari, og felagið Thor Fisheries í morgin klokkan 13 hava móttøka umborð á uppsjóvarskipinum Hoyvík.
Tí fyri løtu síðani gjørdi reiðaríið semju við manningarfeløgini og skrivaði undir tvær avtalur fyri Hoyvík ??? eina millum Thor Fisheries og Fiskimannafelagið og eina millum Thor Fisheries øðrumegin og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hinumegin.
Eitt mynstringarbann skuldi til, men tá menn seint seinnapartin settust at fundast í Fiskimannafelagnum, gekk tað skjótt at fáa semjuna í hús um manningarviðurskiftini hjá nýggja uppsjóvarskipinum Hoyvík. Høgrumegin er tað Hoyvík, tá hon seinast var heimahoyrandi í Føroyum og æt Høgaberg.
Mynstringarbannið, sum manningarfeløgini lýstu á middegi, er tí avlýst.
Høvuðstættirnir í semjunum eru, at býtt verður eftir ídnaðarsáttmálanum, tá skipið fiskar ídnaðarfisk í Norðsjónum, og eftir nótasáttmálanum, tá skipið fiskar makrel, sild og svartkjaft.
Dekkarar og kokkur fáa umframt sáttmálaásetta býtið 4000 krónur um dagin til javnbýtis.
Tær báðar avtalurnar kunnu takast niður sum pdf???ar her niðanfyri.
Yvirmannafeløgini ikki høvdu nakra áseting um dagpengar til teirra limir umframt sjálva hýruna, gjørdu tey sína egnu avtalu við Thor Fisheries. ??r vinstru eru tað Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, Hans Andrias Kelduberg, reiðari, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Smílini vóru frammi, nú tað slapst undan nakrari drúgvari orrustu. Á myndini høgrumegin eru tað Niels Winther Poulsen, advokatur hjá Thor Fisheries, Hans Andrias Kelduberg, reiðari, og Arnbjørn S. Egholm, stjórnarskrivari hjá Thor í Hósvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald