Ítróttur

Avstralskur landsliðsleikari og Emil Dam til Neistan

...

2014-11-06 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Neistin hava fingið tveir nýggjar leikarar á liðið. Tann Avstralski landsliðsleikarin eitur Tommy Russel Fletcher, er 24 ár, hevur svenska mammu og avstralskan pápa. Hetta gevur honum rætt at spæla á avstralska landsliðnum og tað hevur hann gjørt, síðani hann var 18 ár. Hann hevur millum annað verið við til HM tvær ferðir. Neistin metur, at hann kann geva liðinum tann stabilitetin, sum tað manglar, og kann vera við til at náa tey mál, sum Neistin hevur sett. Hetta er ikki Bogdan ella ein Filip, men Tommy Fletcher, ein liðspælari, skrivar Neistin um Tommy.

Hin spælarin Neistin hevur fingið er enn ein klassa málmann í felagið, og við hesum havur Neistin nú helst bestu málmannsduo spælandi í bláum. Emil Dam hevur gjøgnum fleiri ár víst sínar dygdir á einum sigursvandum KÍF liði. Emil hevur verið smáskaddur seinastu tvey árini, men er nú klárur aftur. Vónandi hevur hann enn evnini at koma inn og standa stinnur, tá tað leikar harðast á. Eitt er vist: Við báðum nýggju leikarunum, sum styrkja liðið, eru Neistaspælarnir brynjaði til at spæla um finalupláss í báðum kappingunum, skrivar Neistin at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder