Lýsing

Avsekkjarafólk til Fóðurdeildina

...

2021-07-13 05:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Framleiðslan er í støðugari menning, og vit søkja ágrýtin starvsfólk til fóðurdeildina at seta í starv sum skjótast.

Arbeiðsøki

Á Havsbrún eru 90 starvsfólk, harav 25 eru á Fóðurdeildini. Sum avsekkjarafólk á Fóðurdeildini ert tú partur av einum nærløgdum toymi við drúgvum royndum.

Arbeiðsuppgávurnar sum avsekkjari eru:

· at tryggja at fóðurvørurnar verða pakkaðar og koyrdar út á liðugtvørugoymsluna

· at hjálpa til við at útflýggja fóður til kundar

· at hjálpa til við at fáa inngangandi fóðurrávørur á rávørugoymslu

Hesar arbeiðsuppgávur viðføra nógva koyring við trukki. Harafturat luttekur tú eisini í arbeiði við viðlíkahaldi og reingerð av útgerð og virki umframt annað fyrifallandi.

Fóðurframleiðslan er í gongd alt samdøgrið, og arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Tín vangamynd

Vit vænta ert tú væl skipað/ur, tekur við ábyrgd og hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Nærlægni eyðkennir teg, og tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar og virksemið á Havsbrún. Vit vænta, at tú hevur grundleggjandi telduførleikar.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt spennandi og støðugt starv í einari fyritøku í menning. Vit hava starvsfólkatryggingar, góða kantinu og gott samanhald millum starvsfólkini á Havsbrún.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Rúna Weihe, deildarleiðara, á tlf. 214499 ella teldupost [email protected]

Umsókn

Vit ynskja at seta fólk í starvið sum skjótast. Tískil verða umsóknir viðgjørdar leypandi, so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreistin er 25. juli. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.

Um Havsbrún

Havsbrún er altjóða viðurkent virki við trimum framleiðsludeildum:

- Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi

- Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks

- Nýggja Laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli

Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt hevur Bakkafrost stórt virksemi í Skotlandi og USA.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder