Á hesari síðu ber til at síggja avriksyvirlitið hjá Føroya landsstýri. Yvirlitið vísir støðuna í málunum, ið samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum og øðrum stórmálum hjá landsstýrinum. Á hendan hátt fær almenningurin møguleika at fylgja við, hvussu tað gongur at fremja málini hjá sitandi samgongu.
Málini eru sett upp eftir, hvat stjórnarráð hevur høvuðsábyrgdina av at fremja tey. Tølini, ið standa fyri hvørt mál sær, vísa til samsvarandi part í hesari útgávuni av samgonguskjalinum, har málini hjá landsstýrinum eru sett upp í nummarrøð.
Undir teiginum støða er støðulýsing av málunum. Støðulýsingarnar eru ávikavist framt, í gongd og ikki byrjað. Undir teiginum viðmerkingar eru málini lýst nærri. Er málið framt, er ávísing til framleitt tilfar ella samtyktar lógir. Er málið í gongd ella ikki byrjað, er lýst nær málið væntast at vera framt, og hvørji høvuðsátøk skulu til.
Týdningarmestu málini hjá samgonguni eru at fáa javnvág á fíggjarlógina, skapa fólkavøkstur í landinum og at fremja nýskipanir innan fiskivinnu, pensjónsøkið, útbúgving, arbeiðsmarknað og heilsu. Hesi eru at síggja fremst í yvirlitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald