Vinna

Avreiðingarnar eru higartil í ár minkaðar við 18% í nøgd

...

2015-03-26 17:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Avreiðingarnar eru dagførdar til og við februar 2015. Sum sæst á yvirlitinum frá Hagstovuni, so eru bara 8.262 tons avreidd tveir teir fyrstu mánaðarnar í ár, móti 10.036 tonsum sama tíðarskeið í fjør, tað er ein minking uppá 1.774 tons, sum svarar til 18 % minni higartil í ár.

Minkingin kemur helst av, at veðrið hevur verið munandi verri í ár enn í fjør.

Uppgerð av avreiðingunum til og við februar 2015 er nú tøk í hagtalsgrunninum.
 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder