Vinna

Avreiðingar á sama støði sum í fjør - men hægri virði

...

2015-08-27 17:00 Author image
placeholder

 Hagstovan skrivar:

Avreiðingarnar av botnfiski eru áleið tað sama fyrstu 7 mánaðirnar í ár sum sama tíðarskeið í fjør. Nakað tað sama av hýsu, 12% minni av upsa og lítil triðingur meira av toski er komin uppá land fyrstu 7 mánaðirnar. Av øðrum botnfiski kann nevnast, at nøgdin av longu er minkað lítlan fjóðring í ár í mun til í fjør.

Avreiðingarvirðið er væl frægari enn í fjør. Serliga er tað toskurin, har virðið er vaksið 70%, og svartkalvi, har virðið er vaksið 77%, ið hava fingið væl betri meðal prís í ár enn í fjør. Samlaða avreiðingarvirðið er vaksið 23% ella góðar 102 milliónir kr. í mun til sama tíðarskeið 2014.

Myndin og talvan niðanfyri samanber avreiðingarnar januar-juli í ár við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at feskfiskaveiðan enn er lág, higartil í ár áleið til helvtar av tí, hon var sama tíðarskeið árini 2004-2007. Fara vit longur longur aftur sæst á myndini, at botnfiskaveiðan enntá nú triðja árið á rað er niðan fyri ringu støðuna í kreppuárunum fyrst í 90-unum.

 

 

Nýggjastu avreiðingartølini fyri sjey teir fyrstu mánaðarnar av 2015 eru nú tøk íhagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðar upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder