Politikkur

Avlýsingar og nýggja ferjan

...

2015-01-12 00:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Avlýsingar og nýggja ferjan!

Ritan avlýsti so at siga ongantíð (um Nólsoyarfjørð) ??? kanska skuldi onkur túrur ikki verið sigldur. Ternan fekk vána skoðsmál, men hevur verið trúgv leingi ??? til nú! Hvør er orsøkin at avlýst hevur verið so oftani og hvør bati verður við nýggju ferjuni?

At skipa tænastuna á einastu farleiðini millum tvær oyggjar, leggur stóra ábyrgd á Strandfaraskip Landsins. Serliga tá ið talan er um at flyta arbeiðsfólk til arbeiðis og heim aftur.

Nú skal eg ikki vassa ov nógv í orðinum ???tænasta???, men eg skjóti tó upp, at Strandfaraskip Landsins skipar sær ein evnisdag um hetta evnið og hvørjar staklutir starvsfólkini hugsa sum undirevni.

Einasta eg fari at seta orð á er, at tænastan hevur alt at siga, um arbeiðsfólkinum er lív lagað at búgva og at seta búgv í Nólsoy.

Tað verður onkuntíð sagt, at alt var so gott fyrr. Var veðrið eisini betri fyrr? Eg loyvi mær at ivast og hugsi tí heldur, at talan er um í hvussu er tveir faktorar, ið hava við sær avlýsingar: Ferjan og keiøkið.

Nýggja ferjan til Nólsoyar var í ???Visión 2015???, men sum Dagur og Vika bar fram, er hetta málið eitt av teimum óloystu. Eg fekk orð á stjóran á SSL herfyri og har var tíanverri ikki nógv nýtt at frætta, so eg havi bert orð landstýrismansins at halda meg til ??? og tí havi eg enn vón at gongd er í arbeiðinum.

Men hvør verður ferjan? Talan er um ymsar broytingar, tó at arbeiðsbólkurin ikki enn hevur fingið innlit í tekningar. Tað hevði verið hugaligt at frætt um ferjan er á stødd við Ternuna, men møguliga ikki so høg ??? og við betri maskinorku.

Eg skilji á lagnum, at ein orsøk til avlýsingar er útsynningurin. Orsøkin er søgd at vera, at tá tekur Ternan ov nógvan vind á seg í mun til maskinorkuna Ternan hevur. Tí má hetta verða havt í huga í nýbyggingini og ikki órógvast av møguligum sparingum!

Nú rokni eg ikki við at keiøkið verður broytt, at vit fáa nýggju ferjuna at leggja at heima í bygdini og tí má alt setast inn, at nýggja ferjan verður bygd til tey atløguviðurskifti vit hava ??? ikki bert snið og stødd, men eisini við atliti at streymi og vindi!

Vit mugu tryggja okkum sum best, at nýggja ferjan røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð á nøktandi hátt, soleiðis at tað framhaldandi ber til at búgva í Nólsoy og arbeiða aðra staðni ??? og soleiðis at ferðafólk ferðast trygt um fjørðin.

E.s. tá ið SSL stúrir fyri veðrinum 14 tímar áðrenn siglast skal, hevði verið ynskiligt at lýsingin ljóðaði: ???Fyri veður kann væntast órógv í siglingini fyrstu túrararnar í morgin. Viðrar kann siglast aðrar tíðir enn teir regluligu. Lýst verður á heimasíðuni og í Kringvarpinum.???

Við ynskjum um gott nýggjár!

Jákup av Skarði

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder